Innanlands

Samt býráð samtykt, at tjóðleikhús skal vera á Eystaru bryggju - og har skal tað vera

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2024-04-16 18:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tjóðleikhúsið skal vera í Havn og í økinum, sum býráðið hevur samtykt, at tað skal vera, á Eystaru bryggju.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, við útvarpið í kvøld. Havnarnevndin í Tórshavnar kommunu samtykti annars í morgun ikki at gera leigusáttmála um tjóðleikhús á havnarøkinum. Ein avgerð sum er tikin, tí Hanus Mikkelsen, havnarmeistari, ikki metir tað vera pláss fyri tjóðleikhúsinum á havnarøkinum.

- Eg fari ikki at broyta eina einmælt býráðssamtykt, og tað kann eg heldur ikki. At man vil hava tað fyri býráðið til vigerðar havi eg einki ímóti, men tað er eingini ivi hjá mær at tjóðleikhúsið fer at liggja her, sum vit hava samtykt, at tað skal vera, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur víðari, at samráðingar kunnu vera um at flyta tjóðleikhúsið eitt sindur so allir partar fáa verið á økinum.

- Vit kunnu ikki bara mitt í tí heila siga nei. Soleiðis arbeiðir Tórshavnar kommuna ikki, staðfestir borgarstjórin.

Býráðsmeirilutin í býráðnum hevur eisini meirilutan í havnanevndini. Men tað merkir ikki, at Tórshavnar býráð hevur broytt støðu, sigur borgarstjórin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder