Innanlands

Sandavágs Timburhandil keypt meirilutan í Inventar Tænastuni

Jørgen Petersen, sum hevur átt Inventar Tænastuna síðani 1994, hevur selt fyritøkuna

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2020-11-16 17:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sandavágs Timburhandil hevur saman við starvsfólkum í Inventar Tænastuni keypt fyritøkuna, sum Jørgen Petersen hevur átt og rikið síðani 1994.

Tað skrivar Dimmalætting í dag.

Inventar Tænastan selur skrivstovumøblar, skrivstovuinnbúgv og annað, og passar væl til virkseið hjá Sandavágs Timburhandli, upplýsir Albert Ari Thomassen, stjóri, fyri blaðnum.

Sandavágs Timburhandil hevur keypt 51 prosent av felagnum, meðan starvsfólkini eiga restina.

Jørgen Petersen heldur fram sum stjóri í eina tíð, meðan eigararnir finna rætta persónin til stjórasessin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder