
Í fyrstu atløgu fær tað ikki avleiðingar fyri alifyritøkuna Mowi, at 20.000 laksar eru mistir úr einum búri og út í Sandsvág. Umhvørvismyndugleikin í Føroyum hevur ongar heimildir fyri at revsa brot á givin loyvi og galdandi lóg.
- Nei, sambært umhvørvisgóðkenningini, sum alifyritøkan hevur fingið frá okkum, er bert ásett, at alarin skal gera tað hann kann fyri at fanga tann slepta fiskin aftur. Og tað arbeiðir Mowi við í løtuni.
- Um so skuldi verið, at vit meta, at tað er framt grovt brot á galdandi umhvørvislóg, so skulu vit lata málið víðari til ákærumyndugleikan fyri at koyra eitt revsimál ígjøgnum rættarskipanina. Men tað hava vit enn ikki umhugsað í hesum føri.
Soleiðis sigur Suni Petersen, sum er leiðari fyri deildini Vernd undir Umhvørvisstovuni. Tað er henda deildin, sum gevur umhvørvisgóðkenningar til alifytitøkur í Føroyum.
Les alla ókeypis greinina í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald