Kanadiski sangarin og sangskrivarin, Gordon Lightfoot, er deyður, 84 ára gamal.
Tað upplýsti útgevari hansara í gjár til miðiin CBC. Gordon Lightfood er serliga kendur fyri sangirnar “If You Could Read My Mind" og "The Wreck of the Edmund Fitzgerald".
Fleiri av sangum hansara vóru sungnir av altjóða viðurkendum stjørnum, so sum Elvis Presley, Johnny Cash, Bob Dylan og Neil Young.
Bob Dylan hevur kallað hann fyri ein av sínum yndis sangskrivarum.
- Gordo (Gordon Lightfoot red.) hevur verið til líka so leingi sum eg. "Shadows", "Sundown", "If You Could Read My Mind". Eg kann ikki koma í tankar um nakran sang hjá honum, sum mær ikki dámar, hevur Bob Dylan sagt.
Lightfoot varð borðin í heim í 1938 í Orillia í kanadiska landslutinum, Ontario, og verður mettur sum eitt av kanadisku tjóðarskaldunum. Hann fekk tilsamans 16 Juno heiðurslønir fyri sítt íkast til tónleikin frá kanadiska tónleikaídnaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald