2024-07-24 20:47
Eitt av árligu tiltøkunum í sambandi við ólavsøkuni er sangfagnaðurin í Ebenezer. Fleri tiltøk eru í og uttanfyri samkomuna beint við gongugøtuna.
Sjálvur Sangfagnaðurin 2024 í Ebenezer verður leygarkvølið 27. juli. Hann byrjar klokkan 19:30 og endar áleið klokkan 21.
Ebenezer skrivar, at harmonikuvinir hita upp frá klokkan 19. Felagssangir verða eisini sungnir
Síðani fara hesi at framføra: Oasubrøður, Svein í Prestgarði, Tær 4, Anna Ditlevsdóttir Háberg, Magni Christiansen, Sámal Hanne Lognberg og Heine Lützen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald