- Vit fegnast um, at tað framvegis er so stórur áhugi fyri sangfagnaðinum. Hetta er tíggjundi sangfagnaðurin, og tí fara vit at gera eitt sindur eyka burturúr í ár.
Hetta sigur Vivian Ole-Jacobsen, sum er leiðari fyri barna- og familljuarbeiðið hjá Heimamissiónini, við heimasíðuna hjá Trúboðanum.
Sí eisini: Sangfagnaður í Nesvík fyri 10. ferð
Sangfagnaðurin er eitt av ógvuliga vælumtóktu tiltøkunum, sum eru í Nesvík. Í síðstu viku bar til at melda til Sangfagnaðin 2026 - í nakrar minuttir.
Tað var skjótt fultteknað, staðfestir trubodin.fo.
Børnini venja í nakrar dagar, og konsert verður í Nesvík leygardagin tann 17.oktobur, har sangfagnaðarkórini fara at framføra.
Video frá sangfagnaðinum í fjør sæst her
(Youtube/Trúboðin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald