2022-11-06 09:30
Undir gudstænastu í Vesturkirkjuni í dag klokkan 11 kemur kórið Sangfuglarnir at farmføra nakrar glaðar sangir.
Kórið, ið hevur verið til í fýra ár, hevur vant í Vesturkirkjuni í eina tíð. Kórluttakararnir eru fólk við demenssjúku á ellisheimum í Suðurstreymi og nøkur, sum hava dagtilhald har.
Sanginum og undirspælinum taka Jógvan við Keldu og Jógvan Dahl sær av, og er tað Anna Petra Winther sum skipar fyri saman við Demenstilhaldinum í Skotarók, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald