Tað var útselt eftir lítlari løtu, tá atgongumerkini til sangleikin Julius í Likkudali vórðu sett til sølu í fjør. Atgongumerkini gingu eisini sum heitt breyð, og allar átta sýningarnar vórðu fullsettar.
Nú er væl umtókti sangleikurin frá í fjør tøkur á netinum, og tað er hann á nýggju heimasíðuni Julius.fo.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Fyri nøkrum árum síðan var alt á DVD, men nú hevur tað flutt seg á netið, og tað nyttar einki at framleiða DVD-filmar longur. Tí hava vit gjørt eina loysn á netinum, har tað ber til at keypa sangleikin, og ómakaleyst síggja leikin, sigur Sasho Bjartsson, sum rekur Julius.fo.
Sangleikurin er ein tíma til longdar, og kostar 249 krónur at keypa - men so eigur tú hann eisini.
(Mynd: Sverri Egholm)
Sasho sigur, at tað er umráðandi at leikurin verður givin út, tí hetta er við til at føroysk børn síggja føroyskt tilfar.
Afturat sangleikinum, er ókeypis tilfar við jólaklippi, jólatekningum, jólasangum umframt uppskriftir til jólabaksur á Julius.fo.
- Vónandi fara familjurnar at taka væl ímóti nýggja møguleikanum, sigur Sasho Bjartsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald