Fyrsti dagur í tónleikakappingini Stella Polaris er nú av og ikki færri enn 23 luttakarar í aldursbólkinum til og við 13 ár framførdu í gjár í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.
Tað var ikki ein løtt uppgáva at finna røttu vinnararnar og tí varð handanin útsett eitt lítið korter.
Støði var sera høgt og dómsnevndarformaðurin Andras Olsen segði í røðu síni, at luttakararnir øll á hvør sín hátt rørdu dómararnar við sínum sannførandi spæli.
Dómararnir - Heiðrun Petersen, Eyðun á Lakjuni, Kristina á Váli, Elspa Samuelsen og Andras Olsen - høvdu ta tørføru uppgáva at kjósa tey bestu.
Triðja virðisløn vann Kristianna Emilia Højgaard sum leikar á Tvørfloytu. Síðani varð onnur virðisløn handað Johan Waagstein á klaveri og at enda varð vinnarin funnin, sum varð Tóki Linduson Hentze á klaveri.
Umframt vanligu vinningarnar varð í ár latið eitt serligt herðaklapp fyri serliga djarva og góða framførslu – viðkomandi hevur bert spælt í heilt fáar mánaðar og vísti við síni framførslu eina óvanliga stóra útvikling uppá stutta tíð. Herðaklappið fekk Tea á Lakjuni Gunnarsdóttir, ið leikar á tvørfloytu.
Allir luttakararnir fingu luttøkubræv og blómu frá musikkskúlanevnd Tórshavnar Býraðs, sum skipar fyri kappingini.
Í dag, fríggjadag, verður aftur lagt til brots kl. 09.30 tá 24 luttakarar í aldursbólkinum 14 - 18 ár fara at kappast.
Kappingin er almenn og ókeypis. Eisini verður kappingin stroymd á heimasíðu Tórshavnar musikkskúla www.tm.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald