Tveir føroyingar eru kannaðir fyri coronavirus, og eru í løtuni avbyrgd í egnum heimi, meðan bíðað verður eftir úrslitinum.
Tað veit Kringvarpið seinnapartin.
Shahin Gaini upplýsir fyri Kringvarpinum, at bæði fólkini hava verið uttanlands, men at sannlíkindini fyri, at tey hava fingið corona-smittuna er lítil, tí tey ikki hava verå í londum, har virusið hevur gjørt nógv um seg.
Royndirnar eru sendar til Danmarkar, og tað úrslitið verður helst ikki greitt fyrr enn í morgin. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eisini kannað royndirnar, og tað úrslitið verður væntandi klárt í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald