![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Tað er sannlíkt at vit hyggja fram móti einari stigvísari, kontrolleraðari, róligari upplating av Danmark eftir páskir. Men um danir ikki fylgja ráðunum, fer tað ikki at lata seg gera.
- Men kunnu vit halda fram við tí, sum vit gera nú, so heldur stjórnin at vit kunnu lata spakuliga upp aftur, segði Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri á DR1 í kvøld.
Tamarhald tykist at vera á korona í Danmark, og tølini við innlagdum eru ikki økt seinastu dagarnar.
- Hyggja vit eftir tølunum og samanbera við fleiri onnur lond, so hevur tað, sum vit hava gjørt, riggað. Nógv týðir upp á, at vit fylgja grønu kurvuni. Men alt stendur og fellur við hvørjum einstakum dana, sigur forsætisráðharrin.
Í Føroyum er enn óvist hvørja ætlan myndugleikarnir hava. Boð koma helst frá løgmanni um upplating týsdagin ella mikudagin.
Les eisini: Tamarhald á korona: Støða skal nú takast til nær latast skal uppaftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald