Fríggjakvøldið varð átakið “ART-ificial intelligence” heiðrað á Danish Digital Award við tveimum heiðurslønum. Ávíkavist gull í “Public Sector and Government – Campaigns” og bronsa í “Digital Activation by The Unicorn”.
Átakið, sum føroyska lýsingastovan Sansir gjørdi saman við donsku Mensch í tøttum samstarvi við Visit Faroe Islands, fevndi millum annað um eina forkunnuga AI-listaframsýning á Listasavni Føroya, har til bar at síggja hvussu Van Gogh, Picasso, Michelangelo, Rembrandt og aðrir heimskendir listamálarar kanska høvdu málað Føroyar, um teir høvdu havt møguleikan.
Meira um framsýningina her: Tilgjørdar myndir á Listasavninum
Hóast eingin av hesum listamálarunum eru á lívi í dag og ongantíð hava verið í Føroyum, kann man við teldu og við tilgjørdum vitleika (artificial intelligence - AI) skapa myndir, har tilgjørdi vitleikin "tulkar" hvussu ein mynd av Føroyum hevði kunnað sæð út, um ein av hesum kendu listamálarunum hevði málað hana.
Fleiri myndir/listaverk frá framsýningini á Listasavninum síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald