Innanlands

SAS ger ongar broytingar fyribils

Fyribils flýgur SAS til Føroya seks ferðir um vikuna

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-14 17:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rutuflúgvingin hjá SAS til Føroya heldur fram sum vant. Í øllum førum sum nú er.

Tað sigur Christoffer Meinert, kunningarstjóri hjá SAS við útvarpið í dag.

- Tað er ein trupul og avbjóðandi støða fyri SAS, tí umframt coronasmittuna, hevur Danmark eisini stongt síni landamørk, og tí tillaga vit okkara virksemi leypandi, sigur Christoffer Meinert.

- Tað kann tó skjótt broytast, tí er eingin eftirspurningur, so gevur heldur ikki meining at flúgva hvørki fíggarliga ella tá hugsað verður um umhvørvi, sigur Christoffer Meinert við Kringvarpið.

Atlantsflog hevur boðað frá, at tey skerja flúgvingina munandi týsdagin, og flúgva nú føroyingar sum búgva í Føroyum heim.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder