Skandinaviska flogfelagið SAS hevur í dag søkt um konkursverju hjá einum dómstóli í USA.
Hetta merkir, at SAS hevur heitt á dómstólin um at taka lut í samráðingum við kreditorar. Samstundis verður felagið vart ímóti kreditorum, sum kunnu krevja at fáa tað, SAS skyldar teimum, ella at felagið fer á húsagang.
Orsøkin til, at felagið hevur søkt um konkursverju í USA er, sambært forstjóranum Anko van der Werff, at reglurnar har merkja, at dagligi raksturin av SAS verður órógvaður minst møguligt.
Umsóknin um konkursverju kemur dagin eftir, at samráðingarnar millum SAS og flogskipararnar hjá felagnum slitnaðu, og nærum 1.000 flogskiparar boðaðu frá, at teir fóru í verkfall. Hetta merkir, at millum 200 og 250 flogferðir og millum 20.000 og 30.000 ferðafólk verða ávirkaði hvønn dag, m.a. eisini Føroyaflúgvingin.
Endamálið við umsóknini er at framskunda ætlanina at bjarga felagnum – SAS Forward. Hetta inniber m.a. skerjingar í útreiðslum til starvsfólk umframt nýggja fígging.
SAS sigur, sambært Ritzau, at har eru pengar til at halda felagnum koyrandi í løtuni, og hevur SAS í umsóknini eisini biðið um loyvi til at halda fram við rakstrinum og harvið eisini við lønargjaldingum.
SAS væntar, at tilgongdin fer at taka millum níggju og tólv mánaðir.
Flogskiparar: Hetta broytir einki
Henrik Thyregod, formaður í Dansk Pilotforening sigur, sambært DR, at hann sær samráðingarnar við SAS í annað ljós í dag, nú flogfelagið hevur søkt um konkursverju.
– Har var ein dagsskrá. Vit skiltu ikki, hvat gekk fyri seg. Tá eg í dag síggi, at SAS hevur søkt um konkursverju, skilji eg alt betur.
Hann leggur tó afturat, at hetta ikki fer at fáa flogskipararnar at geva seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald