Uttanlands

SAS sendir 5.000 starvsfólk heim

Covid-19 fær avleiðingar fyri flogfelagið í áravís

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-28 07:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stóra skandinaviska flogfelagið SAS skal serja talið av starvsfólkum við 5.000. Tað upplýsir felagið í einum tíðindaskrivi í morgun.

Umleið 1.700 av størvunum skulu finnast í Danmark, 1.900 í Svøríki og 1.300 í Noregi, skrivar miðilin finans.dk.

- Covid-19 noyiðr SAS til at ganga nýggja veruleikanum á møti so sum vit ongantíð hava gjørt fyrr. Hetta fær avleiðingar fyri felagið, ikki bara í nógvar mánaðir, men í komandi árum, sigur ovasti stjórin í SAS, Rickard Gustafsson, í tíðindaskrivinum.

SAS fer nú saman við fakfeløgunum í teimum einstaku londunum at finna loysnir, sum kunnu vera við til at avmarkað talið av starvsfólkum, sum nú verða send heim. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder