Fyrsti føroyingurin nakrantíð hevur verið á palli í Eurovision. Tað hendi tá Rani Petersen úr Havn, undir navninum Reiley, framførdi "Breaking my Heart" sum umboð fyri Danmark í seinnu hálvfinaluni fyri løtu síðani.
Havnarmaðurin var fyrstur á palli í Liverpool Arena, og um fjáltur var á, er tað ikki løgið, men hann rakti ikki allar tónarnar sum hann skuldi.
Hinvegin var framførslan stórsligin og íblásturin úr videolagnum til "Breaking my Heart" riggaði væl á stóra pallinum.
Tað tóktiskt heldur ikki, sum ljóðið var, júst sum tað átti. Áðrenn framførsluna var tað ikki samstilla við myndina á skíggjanum.
Nú verður spennandi at vita, um Reiley megnar at tryggja sær eitt pláss millum tey tíggju sum í kvøld vinna seg víðari til stóru finaluna, sum verður leygarkvøldið.
Danmark hevur ikki havt eitt umboð í finaluni síðani 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald