Innanlands

Sáttmálar við tveir lokalar arbeiðstakarar

Vága kommuna útstykkir fyri átta sethúsum við Skaldaveg í Miðvági

Felagið Deskon hjá Dánial Johansen skal vera liðugt við nýggju grundstykkini í heyst

Felagið Deskon hjá Dánial Johansen skal vera liðugt við nýggju grundstykkini í heyst

2020-05-07 08:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár vóru tveir lokalir arbeiðstakarar á gátt hjá Vága kommunu at skriva undir sáttmála um tvær arbeiðsuppgávur, ávikavist eina útstykking og liðugt av bryggju..

Fyrr í ár vórðu tvey arbeiði í kommununi boðin út. Fyrra arbeiðið er ein útstykking til átta grundstykkir eystanfyri Skaldaveg í Miðvági, og tað fekk Spf. Deskon við Dánial Johansen. Arbeiðið byrjar eftir ætlan 20. mai, og skal eftir ætlan verða liðugt til avhendan 20. oktober.

Eisini varð sáttmáli undirskrivaður at gera arbeiðið, at planera og stoypa dekk á ytra parti av Heimaru Bryggju. Arbeiði fekk Spf.f Dalsbø við Hans Magnussen. Hetta arbeiðið fer í gongd skjótast gjørligt og fer eftir ætlan at varða 3-4 vikur.

Dánial Johansen og Hans Magnussen vóru inni á gólvinum á kommunuskrivstovuni seinnapartin í gjár, og undirskrivaðu sáttmálarnar saman við Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóra. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder