Innanlands

Sáttmálin hjá heilsuhjálparunum góðkendur

Lønardeildin undir Fíggjarmálaráðnum hevur í dag avgreitt sáttmálan frá sínari síðu.

Sáttmálasemjan varð undirskrivað 16. oktober - nú kann sáttmálin setast í verk (Mynd: hhff.fo)

Sáttmálasemjan varð undirskrivað 16. oktober - nú kann sáttmálin setast í verk (Mynd: hhff.fo)

2026-11-02 16:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Trý ára sáttmálin, sum Heilsuhjálparafelag Føroya gjørdi við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, fyri tveimum vikum síðani, er nú endaliga góðkendur.

Í farnu viku undraðist á Mary Antonsdóttir, forkvinna í heilsuhjálparafelagnum seg yvir, at sáttmálin ikki var komin í gildi enn, tí at sáttmálin enn ikki var góðkendur av lønardeildini undir Fíggjarmálaráðnum.

Men henda góðkenning er nú komin.

Tað váttar Per Martin Gregersen, formaður í KAF.

- Tað vóru onkrar útrokningar, sum skuldu gerast fyrst, tí hevur tað tikið eina løtu at fáa sáttmálan endaliga góðkendan. Men nú er alt komið undir land, sigur Per Martin Gregersen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder