Innanlands

Savna undirskriftir: - Tvungið sóttarhald í gildi og familjusóttarhald úr gildi

Næstan 150 fólk hava skrivað undir

Tey ið hava fingið staðfest koronavirus í seinastuni eru øll komin til landið stutt áðrenn. Nógv vilja, at møguleiki er at seta fólk, ið koma til Føroyar í tvungið sóttarhald

Tey ið hava fingið staðfest koronavirus í seinastuni eru øll komin til landið stutt áðrenn. Nógv vilja, at møguleiki er at seta fólk, ið koma til Føroyar í tvungið sóttarhald

2020-04-27 06:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru fleiri í Føroyum, ið eru ónøgd við, at tað ikki er møguleiki at seta fólk, ið koma til landið í tvungið sóttarhald. 

Í gjár byrjaði Mary Kirstenardóttir Cazabon eina innsavnan á skrivunder.net, undir yvirskriftini: Setið eina lóg í gildi, ið loyvir tvungnum sóttarhaldi, og avtakið familjuhaldið.

Harvið er tað ikki bara tvungið sóttarhald, sum tey higartil 137 fólkini, krevja. Skipanin við familjusóttarhaldi skal eisini støðgast.

- Hervið vátti eg meg samda/-n í, at vit krevja, at ein lóg skal setast í gildi, ið loyvir tvungnum sóttarhaldi. Familjuhald saman við øðrum, ið ikki eru í sóttarhaldi, skal avtakast. Tey, ið koma til Føroya, skulu avbyrgjast í sóttarhaldi soleiðis, at tey ikki hava fysiskt samband við onnur, ið ikki eru í sóttarhaldi, men verða víst til eitt av landinum álagt sóttarhald. Hetta, tí eg føli meg slepta/-n upp á fjall viðvíkjandi, at vit í Føroyum framhaldandi skulu fylgja tilmælunum samstundis, sum fólk koma til Føroya og ikki virða sóttarhaldið.

Á midnátt høvdu 117 fólk skrivað undir. Møguleiki er eisini at viðmerkja, hví ein hevur valt at skriva undir.

Smittan er ikki í Føroyum - ongar ætlanir um at herða lóggávuna

Tað er vorðið greitt, útfrá fleiri útmeldingum frá heilsumyndugleikunum, at smittan ikki sum so er í føroyska samfelagnum - allir steðfestu tilburðirnir seinastu tíðina eru av fólkum, ið eru komin til landið stutt áðrenn.

Í seinastu viku gjørdi løgmaður aftur greitt, at føroyska koronastríðið er bygd á álit. Landsmyndugeikarnir ynskja ikki at herða farsóttarlógina og at seta tvungið sóttarhald í verk. 

Ein høvuðstrupulleiki, ið gongur aftur í samskiftinum, er, at tað tykist sum summi sum koma til landið ikki virða tilmælini, tí tey lata verða við at fara í sóttarhald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder