Innanlands

Savnast til barsilsseyming

12 kvinnur í Sjóvar kommunu samlast regluliga

(Mynd: Sjóvar kommuna)

(Mynd: Sjóvar kommuna)

2018-06-21 10:54 Author image
Oda Strøm
placeholder

Seinastu vikurnar hava kvinnur samlast til barssilsseyming í gamla missiónshúsið á Strondum.

Tað eru Siri E. A. Grey og Poulina Chung, sum eru fyriskiparar av skeiðinum. Sjóvar kommuna skrivar á heimasíðuni, at hetta er gott tilboð, sum nógvar kvinnur í kommununi nýta.

- Vit vóru og vitjaðu hesar damur í morgun, og sigast má at tær duga, bæði at seyma og hugna sær, samstundis sum børnini verða ansaði. Ímeðan seymimaskinurnar gingu heitar og børnini spældu á gólvinum, blivu alskyns verðinstrupulleikar loystir.

Siri og Poulina siga, at tær umhugsa at hava okkurt líknandi skeið aftur aftaná summarfrítíðina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder