![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í samband við at Vestmanna Bygdarsavn verður skipað av nýggjum, bjóða vit til ein savnsdag mikudagin 17. juni frá klokkan trý.
Allir lutirnir eru nú samlaðir í John´sa handli, har bæði loftið og kjallarin vera nýttir at goyma lutirnar í, meðan vektarbúðin verður nýtt til framsýningar.
Í summar, frá 16. juni til 1. septembur verður ein framsýning, sum vísir týdningin av ull seinast í 1700-talinum. Framsýningin er opin týsdag, mikudag og hósdag kl. 14-17.
Bygdarsavnið hevur í samband við hesa nýskipan latið gjørt eina heimasíðu www.vestmannabygdarsavn.fo, har myndasavn er, og har til ber at fáa kunning um, hvussu man letur lutir til savnið.
Ein annar liður í at talgilda og miðla Vestmanna Bygdarsavn er samstarv við Tjóðsavnið, at allir lutir skulu skrásetast á einum talgildum palli sum kallast SARA.
Øll eru vælkomin til savnsdagin 17. juni.
Vestmanna Bygdarsavn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald