Ein væl eydnað fest í Vágsbotni í Havn í gjárkvøldið, var meira ella minni køvd av einum hálvvánaligum donskum kopiorkestri, sum trein stóra pallin á midnátt – júst um tað mundið, sum ballið átti at verið í hæddini.
Peter Schmeichel var ein framúr fótbóltsmálmaður, tá hann var í hæddini. Ein av heimsins allarbestu. Men eina glæsiliga karrieru sum tónleikari og sangari fær hann ongantíð.
Tað prógvaði hann so væl og virðiliga á Tórsfest í gjárkvøldið. Við eini rødd, sum ikki eingang hevði verið fagnað á karaokekvøldi í Glitnir mitt í viku, royndi hann og felagarnir at halda lív í veitsluni í Vágsbotni.
Gamaní, har stóðu fólk framman fyri pallinum, sum sungu við til gamlar slagarar hjá Robbie Williams, Oasis og Gasolin, men nakað tónleikaligt upplivilsi gjørdist tað ongantíð – als ikki. Pínliga falskt – bara pínligt.
(Teksturin heldur fram undir myndunum)
Danskur kvalitetur
So var øðrvísi fyrr á kvøldinum – og eisini seinni – tá tað var danskur importur við størri góðsku í. Lukas Graham vitjaði Føroyar á fimta sinni, og Carpark North á sjeynda ella meira.
Men hesi bæði orkestrini góvu hvør sína topp professionella konsert, sum bara koyrdi, og fólk vóru garrvil og við upp á tað á plássinum har standmyndin av Nólsoyar Páll einaferð slapp at vera miðpunkt.
Líka við, at mann trúði upp á Lukas Graham, tá hann pástóð, at tað er onga aðrastaðni, at áhoyrararnir eru líka raskir at syngja við, sum í Føroyum.
Tórsgøta kiksaði
Hóast Voxbotn-konsertirnar fyrr í summar prógvaðu, at parkeringsplássið millum sjómansheimið og posthúsið er óegnað til at hýsa stórum tónleikatiltøkum, so høvdu fyrireikararnir kortini valt at hava júst somu uppseting til Tórsfest hesaferð.
Og tað var eitt mistak.
Upplivingin á plássinum í sambandi við framførsluna hjá Dynamitt vísti seg at vera so óbehagilig fyri nógv, at fyrireikararnir ikki tordu, sum ætlað, at lata Tinganest spæla har eisini seinni út á náttina.
So tann konsertin varð flutt oman á stóra pall í staðin við seinkingum, sum avleiðing.
Tórsfestin í ár prógvaði, at henda innrættingin av festivaløkinum ikki skal brúkast aftur, um ætlanin framvegis er at troka so nógv fólk inn í økið. Tórsgøta kann ikki brúkast, serliga ikki tá søluvognar eisini skulu standa á strekkinum millum sjómansheimið og miðlahúsið, sum er einasta rýmingarleið hjá fjøldini.
Vit kunnu ikki annað enn takka hægri maktunum fyri, at føroyingar eru eitt so skikkiligt og takknemmiligt publikum, at tað – heldur ikki hesaferð – kom nakar fjáltur ella panikkur í fjøldina. Um ella tá tað einaferð hendir, so er sorgarleikur í væntu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald