Á landsfundi hjá sosialdemokratiska flokkinum SPD varð sitandi týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz formliga valdur sum kanslaravalevni hjá flokkinum á komandi týska tjóðartingsvalinum 23. februar.
Scholz hevur verið kanslari síðan 8. desember 2021, tá hann tók við eftir konservativu Angelu Merkel, sum hevði sitið í sessinum síðan november 2005. Tað var ikki óvæntað, at hann varð valdur til kanslaravalevni. Bert fimm av 600 atkvøddu ímóti honum.
Les eisini: Scholz: Øll landamørk skulu virðast
Sambært veljarakanningum verður tó torført hjá Scholz at verða sitandi sum samveldiskanslari.
Sambært kanningum standa konservativu CDU og CSU til at fáa 31 prosent av atkvøðunum á valinum, meðan høgraflokkurin. AfD stendur til at fáa 20 prosent. SPD stendur til bert at fáa 16 prosent av atkvøðunum.
AfD hevur einmælt valt Alice Weidel sum kanslaravalevni. Hetta er fyrstu ferð, at flokkurin stillar upp við einum kanslaravalevni, skrivar Ritzau.
AfD er m.a. kendur fyri strangan tilflytarapolitikk, og seinastu tíðina hevur ríkmaðurin Elon Musk boðað frá, at hann stuðlar flokkinum. Hann hevur m.a. sagt, at AfD er einasti flokkur, sum kann bjarga Týsklandi.
Alice Weidel (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald