Fríggjadagin tosaði týski samveldiskanslarin Olaf Scholz í telefon við russiska forsetan Vladimir Putin fyri fyrstu ferð síðan desember 2022, og í samrøðuni vóru ongar ábendingar um, at russiski forsetin hevði broytt hugsan viðvíkjandi krígnum í Ukraina, sigur Scholz.
– Har er ikki nógv, sum hevur broytt seg (...) og tað er ikki góð tíðindi, sigur týski samveldiskanslarin, tá hann í dag tosaði við miðlarnar á floghavnini í Berlin í sambandi við ferð sína til Brasil fyri at luttaka á G20-toppfundinum saman við umboðum úr øðrum stórum ídnaðarlondum.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur funnist at týska samveldiskanslaranum fyri samrøðuna við Putin.
Í dagføring á sosiala miðlinum X skrivar Zelenskyj, at samrøðan hjá Scholz og Putin letur upp "eskjuna hjá Pandoru".
– Nú kunnu koma aðrar samrøður, aðrar telefonsamrøður. Bert ein rúgva av orðum. Tað er júst tað, sum Putin leingi hevur ynskt, sigur Zelenskyj, sum sambært ukrainskum keldum hevði frámælt Scholz at tosa við Putin.
Les eisini: Heitti á Putin um at taka russisk herfólk úr Ukraina
Men sambært Scholz hevði tað ikki verið gott, um eingin evropeiskur leiðari samskifti við Putin, meðan amerikanska stjórnin javnan ger tað.
Her vísir hann til komandi amerikanska forsetan Donald Trump, sum hevði fleiri samrøður við Putin, seinast hann stýrdi úr Hvítu Húsunum, og sum er meira opin yvirfyri Putin enn aðrir leiðarar í vesturheiminum, skrivar Ritzau.
Scholz tosaði við Putin í ein tíma, og undir samrøðuni heitti hann m.a. á Putin um at taka russisk herfólk úr Ukraina og undirstrikaði, at Týskland framvegis stuðlar Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald