Uttanlands

Scholz: Vit eiga at avskaffa vetorættin

ES hevur ikki ráð at lata limalond varðveita vetorættin, tá tað kemur til uttanríkis- og trygdarpolitikk, sigur týski samveldiskanslarin

Varandi ósemjur millum limalondini gera ES veikari, sigur Olaf Scholz, samveldiskanslari í Týsklandi (Mynd: EPA)

Varandi ósemjur millum limalondini gera ES veikari, sigur Olaf Scholz, samveldiskanslari í Týsklandi (Mynd: EPA)

2022-07-18 15:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um ES skal varðveita ein leiðandi leiklut í altjóða politikki, hevur ES ikki ráð til at lata limalond varðveita vetorættin, tá tað kemur til uttanríkis- og trygdarpolitikk, sigur týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz.

Hetta málið er enn meira umráðandi, nú kríggj er í Ukraina.

Scholz sigur, at einstakir statir mugu steðga við at seta "egoistiskar forðingar" fyri felagsavgerðir í Evropa.

Ein felagspolitikkur skal vera galdandi tá tað snýr seg um alt frá tilflytarar til menning av einari felags evropeiskari verju, tí ES skal vera ein geopolitiskur aktørur á heimspallinum, sigur hann sambært Ritzau.

Varandi ósemjur millum limalondini gera ES veikari, og tí er tað umráðandi, at ES er samt í hesum tíðum, sigur Scholz, sum leggur afturat, at stjórn hansara fer at koma við einum ítøkiligum uppskoti hesum viðvíkjandi ein av komandi mánaðunum.

Uttanríkis- og trygdarpolitikkur er eitt av teimum fáa økjunum, har ES í løtuni bert kann taka avgerðir, um øll 27 limalondini eru samd. Men í flestu førum er nóg mikið við einum serstakum meiriluta.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder