2021-09-13 12:40

Yvir 1.000 springarar løgdu beinini í Skálafirði í gjárkvøldið, og fyrrapartin hevur arbeitt verið við at merkja teir.
Sambært Kringvarpinum er talan um 1.428 springarar.
Jens H. Jensen, sýslumaður boðaði fyri løtu síðani frá, at seðlarnir koma út klokkan 15 í bátahylinum í Skálafirði.
Upplýst verður ikki nærri um, hvussu grindin verður býtt, men í morgun varð sagt, at roknast kann við, at býtt verður út á bygdirnar.
Dagførd kl. 12.48
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald