Grindin, sum í kvøld legði beinini í Sandavági, verður skorin upp í morgin.
Tað verður klokkan 8, at seðlarnir koma út á keiini í Miðvági. Tað upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður fyri Portalinum í kvøld.
Enn er ógreitt hvussu nógvir hvalir vóru dripnir, men tað verður mett at vera umleið 50. Nú verða hvalirnir sleipaðir til Miðvágs, har tey síðani verða merktir í nátt.
Helst verður býtt í drápspartar.
Grindin varð funnin tríggjar fjórðingar út fyri Trælanípu nakað yvir klokkan 14 seinnapartin, og tað gekk ógvuliga illa at fáa rakstur á hana. Fyrst varð roynt at reka hana til Sandavágs, og síðani hinvegin, til Bíggjar, men einki riggaði.
Í kvøld eydnaðist langt um leingi at fáa rakstur á, og grindin varð hildin til um hálvgun tíggjutíðina. Og hevði raksturin gingið illa, so gekk drápið tíbetur væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald