2020-10-16 14:22
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyrrapartin í dag var ein grind sædd uttanfyri Morskranes. Grindin bleiv rikin inn á Hvalvík, har hon varð hildin til um middagsleitið.
Sambært sýslumanninum gekk drápið frálíka gott. Í løtuni eru teir í ferð við at hiva hvalirnar upp, og teir meta at talan er eini 80 hval.
Seðlarnir koma út á keiini í Hvalvík um 20-21 tíðina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald