Mentan

Seebach ivaðist í hvar hann var

Stórt poppbrak á Vágsbøi í kvøld við konfetti og fýrverki

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-09 23:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein av teimum heilt góðu konsertunum, sum hava verið á Vágsbøi. Rasmus Seebach leveraði í kvøld eitt brak av einari konsert, og fjøldin var sera væl við.

Ikki tí, hetta er at kalla tað einasta Summarfestivalurin hevur reypað við seinastu dagarnar, so nú skuldi tað vera.

39 ára gamli danin legði hart út við at hann óvæntað stóð við tøknipultin og sang, og gekk gjøgnum fjøldina fyri at koma til pallin. Hetta gav møguleikar til áhoyrararnar - kanska serliga teir kvinnuligu - at koma eitt sindur nærri danska sjarmørinum.

[object Object]

Seinast hann var her var í 2011. Síðani tá hevur hann útgivið nógv væl umtókt løg og tað hoyrdist eisini aftur til konsertina í kvøld. Fólk kendu stóran part av sangunum.

Eisini sang hann fleiri sangir hjá pápa hansara, Tommy Seebach. Millum annað “Hip hurra, det’ min fødselsdag”, sum veruliga settu gongd í.

Undir lagnum "Natteravn" tóktiskt tað, sum at Rasmus fór at ivast í, hvar hann var.

- Så mange smukke piger her i Torshavn, sang annars so sjarmerandi danin.  Helst var hetta fyri at fáa tað at ríma, men reaktiónin á Vágsbøi var heldur lunkað.

So var liðugt, og hann takkaði fyri seg. Men tað var sum um, at fjøldin væntaði at okkurt meira fór at koma.

[object Object]

Og tað gjørdi tað eisini. Eins og á Vágsbøi til Killer Queen í gjárkvøldið kom sjálvandi eykalag. Í kvøld tó bara eitt í tali.

Lagið “Under stjernerne på himlen” gjørdist stóra finalan við stórum showi við fýrverki og konfetti. Vakurt at síggja í góðveðrinum í Klaksvík hetta fríggjakvøld í august.

- Gleði meg til vit síggjast aftur, segði Rasmus Seebach tá hann takkaði fyri seg.

Á midnátt spæla Dynamit Perlur á Vágsbøti. Hetta fer uttan iva aftur at seta lív í Vágsbø.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder