placeholder
Innanlands

Seinasta skotið í Leitinum

Talan er um størstu einstøku útstykkingina hjá Runavíkar kommunu nakrantíð. Pláss verður fyri 90-100 búeindum í Leitinum

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2020-10-27 18:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár skutu Etly Nord Højgaard, forkvinna í Byggi- og Býarskipanarnevndini í Runavíkar kommunu, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, seinasta skotið í útstykkingini.

Heimasíðan hjá kommununi er, at talan er størsta einstaka útstykkingin hjá Runavíkar kommunu nakrantíð, og tá borgastjórin og Svend Lamhauge skrivaðu undir sáttmálan um arbeiðið, 9. august 2018, var greitt, at hetta eisini var størsti sáttmálin, sum Spf. RTS Contractors fram til tá hevði verið ein partur av.

EM-Ráðgeving/Formo og Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, hava staðið fyri tí tekniska partinum saman við teknisku deild hjá Runavíkar kommunu.

Um útstykkingina skrivar kommunan, at hon er gjørd samanhangandi í tveimum syftum. Í hini fyrru eru 39 grundstykkir og í hini seinnu 20. Harumframt eru 7 stykkir niðan undir benið, í ovasta partinum, til hægri bygningar. Harvið verður rúm fyri 90-100 búeindum í hesum nýggja partinum av býnum, alt eftir hvussu bygt verður í ovasta partinum. 

Í løtuni er ein onnur útstykkingarverkætlan í gongd í kommununi. Hon er suður frá Hórheiðum á Skála, har 27 grundøkir verða tøk um stutta tíð. Næsta útstykkingin, sum er í umbúna, verður í Æðuvík, har ætlanin er at útstykkja 7 grundstykkir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder