Mentan

Seinasti dagur á TeenStreet

200 føroyskir ungdómar hava seinastu dagarnar verið á legu í Týsklandi

(Mynd: Teenstreet.fo)

(Mynd: Teenstreet.fo)

2023-08-04 16:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í ár hava føroyskir ungdómar verið á TeenStreet leguni, sum í ár varð hildin í Offenburg í Týsklandi.

Einir 200 føroyskir luttakarar hava verið á leguni í ár, og eisini hava ein rúgva av hjálparfólki luttikið. Lovsangsbólkurin, sum spælir fyri ungdóminum hvørt kvøld í sonevnda "Throne Room" er í ár mannaður við føroyingum.

Á upptøkuni niðanfyri sæst videobrot frá í gjárkvøldið tá "Stór er tín trúfesti" varð sungin.

Legan byrjaði leygardagin, og í kvøld endar hon so. Flestu føroyingarnir fara av økinum og við bussi til Strasbourg, har flogfar hjá Atlantsflog stendur og bíðar teimum fyri at flúgva tey beinleiðis til Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder