2019-08-10 17:52
Triði og seinasti dagurin á Summarfestivalinum er skotin í gongd og kongu klokkan 16 løgdu dreingirnir úr Mark the Messenger fyri í Tjaldinum.
Síðstu tónarnir frá Samsint ljóða í løtuni á Vágsbøi og klokkan 18 byrjar Linda Andrews í Tjaldinum.
Seinni í kvøld spæla millum annað Chris Norman, Nico & Vinz, Moirae og Danny & the Veetos.
At siga um veðrið er, at tað er turt, men eitt kalt lot.
Sí skránna her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald