Í dag verður seinasti sangur við beatlunum givin út – gott fýrati ár eftir, at hann varð innspældur.
Allir fýra limirnir í Beatles, Paul, McCartney, John Lennon, George Harrison og Ringo Starr, eru við á upptøkuni, sum upprunaliga varð gjørd í íbúðini hjá John Lennon í New York, okkurt um eitt ár áðrenn hann varð skotin av einum fjeppara.
Sangurin eitur “Now and Then”. Hann verður leyslatin klokkan 14 okkara tíð, og í morginverður eitt sjónbandalag at síggja eisini.
Annar av eftirlivandi beatlunum, 81 ára gamli Paul McCartney, boðaði longu í summar frá, at ein sangur fór at koma afturat – “hin allarsíðsti beatlessangurin”, segði hann.
“Now and Then” var bert ein í einum hópi av kasettubondum, sum John Lennon hevði spælt inn til Paul McCartney í 1979 í íbúð síni í Dakota-bygninginum í New York.
McCartney fekk kasettubondini 15 ár seinni, tá einkjan eftir Lennon, Yoko Ono, handaði tey víðari í 1994.
Eftir tað fór framleiðarin Jeff Lynne, eisini kendur sum sangarin í Electric Light Orchestra, undir at fínpussa tey gomlu kasettubondini, sum vóru ætlað sum demobond.
Og harvið gjørdist møguligt at geva út løgini “Free as a Bird” og “Real Love” miðskeiðis í nítiárunum.
Men “Now and Then” kom ongantíð út. Fólkini, sum arbeiddu við upptøkunum mettu, at tað var ov nógv óljóð á upptøkuni av røddini hjá John Lennon, til at sangurin kundi gevast út.
Dakota-bygningurin í New York har John Lennon og Yoko Ono búðu. Her tók hann upp sangrøddina til "Now and Then", sum verður seinasti sangurin frá beatlunum (Mynd: EPA)
Vitlíki hjálpti
Men nú hendir tað kortini. Orsøkin er, at vitlíki hevur hjálpt til at taka burtur óljóðið á upptøkuni, so at røddin hjá John Lennon nú hoyrist klár og týðulig.
George Harrison spældi elektriskan og akkustiskan guittar til sangin inn í 1995, tá Jeff Lynn royndi at fínpussa sangin. Harrison doyði í 2001.
Ringo Starr hevur síðan spælt trummurnar inn, og McCartney bassin. McCartney hevur eisini, í besta Harrison-stíli, spælt eina gittarsolo við slide, skrivar Ritzau.
83 ára gamli Ringo Starr hevur sagt, at upptøkurnar vóru “tað nærmasta vit nakrantíð koma til at hava hann (John Lennon, -red.) aftur í rúminum, so tað var sera kensluborið”.
The Beatles gjørdist tíðliga í 1960’unum millum heimsins best dámdu bólkar, og teir myndaðu tátíðar tónleikin, bæði poppin og tann psykedeliska rokktónleikin. The Beatles góvust at spæla saman í 1970. Síðan tá hava allir fýra limirnir roynt seg einsamallir.
John Lennun varð skotin í New York City í 1980, einans 40 ára gamal. George Harrison doyði av lungnakrabba í 2001, 58 ára gamal.
Bæði Ringo Starr og Paul McCartney ferðast framvegis við teirra tónleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald