Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, kunnaði á tíðindafundinum hjá heilsuverkinum um støðuna á størsta sjúkrahúsinum í landinum.
- Hetta hevur kravt nógv av okkum, tí frá 12. mars hava vit umlagt alt okkara virksemi, og nógvar útsetingar hava verið
Margit Stóra upplýsti, at 70-80 prosent færri skurðviðgerðir hava verið enn vanligt seinastu tíðina. Tó hava áleið 6 útav 10 viðtalur verið sum ætlað (ikki øll tølini eru heilt greið enn)
Hon segði, at hon er ovfarin og takksom fyri, at sjúklingar hava víst so størt tol í støðuni. Eisini gjørdi Margit Stóra greitt, at alt verður gjørt fyri, at eingin sjúklingur ella sjúklingabólkur dettur niður ímillum
Les eisini: Vit hava fingið bilbukt við virusið sum eitt tað fyrsta landið í Vesturheiminum
Tíðliga í tilgongdini noyddust 15 starvsfólk á einari deild á Landssjúkrahúsinum í sóttarhald, tí eitt starvsfólk á deildini hevði fingið staðfest smittuna. Síðani varð farið undir at arbeiða í smáum toymum, og hetta hevur sambært Margit Stóra eydnast væl, tí smittan hevur ikki spreitt seg á Landssjúkrahúsinum, og
deildirnar hava verið væl mannaðar
Færri seingjarpláss á koronadeildini
- Sjey sjúklingar hava verið innlangdir á koronadeildini – tó hevur eitt “flow” verið, tí áleið 80 hava verið framvið har, sum ikki hava havt tørv á at verða innløgd.
Nú verur tað skorið niður. Nú verða trý seingjarpláss ístaðin fyri sjey. Hetta fer at geva nøkur seingjarpláss tøk aðrastaðni á Landssjúkrahúsinum.
Margit Stóra upplýsti eisni, at øll ambolatorium lata upp aftur 1. mai. Tó kemur ikki full ferð aftur ikki á virksemi beinanvegin. Talið av vitjandi, avvarðandi og øðrum, verður framvegis avmarkað.
Innanlands
Seingjarplássini á koronadeildini verða færri
Bert sjey hava verið innløgd har. Áleið 6 útav 10 hava havt viðtalur sum ætlað, men 70-80 prosent færri skurðviðgerðir hava verið seinastu tíðina
Sjey seingjarpláss hava verið - nú verða trý. Fleiri hava verið á deildini, uttan at verið innløgd (Mynd: Sverri Egholm)
2020-04-21 15:46
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald