Innanlands

Seks ár í fongsul

Britta Nielsen, sum hevur snýtt danska statin fyri 117 milliónir krónur, fekk fyri løtu síðani 6 ár og 6 mánaða fongsulsrevsing

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-02-18 15:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri løtu síðani fall dómur í býarrættinum í Keypmannahavn í málinum um Brittu Nielsen, sum er ákærd fyri at hava snýtt fyrrverandi arbeiðsgevaran hjá sær, danska Socialstyrelsen, fyri knappar 117 milliónir krónur.

Hon varð dømd 6 ár og 6 mánaða fongsulsrevsing fyri at hava snýtt Socialstyrelsen fyri 117 milliónir krónur í 25 ár.

Talan er um pening, sum skuldu brúkast til tey veikastu í samfelagnum sum ein partur av sonevndu satspuljunum. Umframt tað var hon ákærd fyri embætismisnýtslu og dokumentfalskan.

Hetta verður sagt at vera ein heldur linur dómur, og enn er ikki greitt um hann verður skotin inn fyri hægri rætt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder