2019-10-05 09:48
Í gjár vórðu seks bilførarar tiknir fyri at tosa í telefon, meðan teir koyrdu. Tann fyrsti varð steðgagður í Gøtu klokkan 11, og hinir fimm vórðu allir steðgaðir í Havn millum klokkan 11 og 13, sigur vakthavandi á politistøðini.
Allir fingu teir eina bót á 1000 krónur.
Fríggjanáttina vórðu fýra bilførarar í Havn eisini tiknir fyri at tosa í telefon. Les meira her.
Løgreglan vil tí í hesum sambandi minna fólk á, at tað at tosa í telefon ella bert at halda í telefonini, meðan koyrt verður er ólógligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald