Innanlands

Seks koronasjúklingar deyðir í Danmark

Full vissa er ikki longur á talinum av smittaðum í Danmark

2020-03-19 10:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seks fólk í Danmark eru nú deyð, orsaka av, ella meðan tey hava verið smittað við coronavirus.

Tað upplýstu donsku heildumyndugleikarnir í dag. Í gjár vóru tey fýra.

Uppgerðin umfatar deyðstilburðir, ið eru skrásettir innan fyri 60 samdøgur eftir, at ein hevur fingið staðfest smittuna, skrivar Danmarks Radio.

Myndugleikarnir leggja dent á, at tað ikki er vist, at tað er coronavirus, sum er orsøkin til at persónurin doyði.

Samstundis varð upplýst, at tað í morgun vóru 1.132 smittað í Danmark. Men veruliga talið er helst størri – sokallaða myrkatalið er stórt, tí ikki øll verða testað fyri korona. Heilsumyndugleikarnir miðsavna seg nú um tey fólkini, sum eru vorðin sjúk, og tí er talið av smittaðum helst nógv hægri.

Í gjár vóru 129 fólk innløgd á sjúkrahúsi í Danmark, harav 24 á intensivari deild, 18 í andingartóli, respirator. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder