2018-06-25 09:44

Leygardagin verður Voxbotn konsertdagurin í Vágsbotni í Havn. Tiltakið hevur verið útselt í fleiri mánaðir, og kravgangur hevur verið eftir atgongumerkjum á ymsum sølupallum.
Men klokkan 16 í dag verða 200 tey síðstu atgongumerkini sett til sølu. Selt verður á Torginum í SMS og á netinum.
Millum nøvnini, sum verða at hoyra frá klokkan 15 til 03 leygardagin eru Mike Perry, Nephew, B Jones, Gilli, Byrta og onnur nøvn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald