2023-07-07 09:06
Týsdagin verða plássini til húsvognar á Summar Festivalinum 2023 sett til sølu. Hesum boða fyrireikararnir frá.
Hesa ferð hevur ivi verið um onkur av økjunum, har húsvognar plaga at standa, og tí hevur sølan drigið út. Nú er so greitt at fara undir søluna.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Í ár kunnu campingvognar standa í Klaksvíksgarðinum, við Norðborg, á Varpinum, á stadionøkinum og við Føroya Bjór. Talið á plássum er avmarkað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald