Tað eydnaðist ikki at finna eina semju millum partarnar á privata arbeiðsmarknaðinum og samráðingarnar eru í kvøld slitnaðar.
Tað var hósdagin seinnapartin at partarnir saman við semingsstovninum tóku semingsroyndina uppaftur, men longu í kvøld eru partarnir farnir hvør til sítt.
Hetta hevur við sær at verkfallið heldur fram, og tað verður helst ikki í bræði, at ein loysn verður funnin.
Semingsroyndin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini endaði í stórum vónbroti. Hóast almenna yvirlýsingin um samráðingarvilja, vísti semingsroyndin, at arbeiðarafeløgini ikki vildu flyta seg. Tvørturímóti vórðu krøvini herd, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni í kvøld.
Og hin parturin harmast eisini, men ætlar at leggja størri trýst á.
- Vit vita, at vit bert røkka á mál, við at leggja enn størri trýst á arbeiðsgevararnar, ið ikki fáa útflutt ella innflutt vøru, og sum ikki fáa brennievni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald