Innanlands

Semingsmaðurin avmarkaður optimist

Tað gongur spakuliga við samráðingunum á Hotel Føroyum. Semingsmaðurin vónar eina semju um vikuskiftið

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-07 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samráðingarnar millum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum ganga spakuliga.

Tað segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, við Dag og viku í kvøld.

- Vit eru ikki komin á mál enn, og tað manglar nokk nakað áðrenn vit koma har til, sigur hann.

Terje Sigurðsson sigur, at so leingi hann hevur eina vón um, at tað loysir seg at halda fram at samráðst, verður hildið fram.

- Eg eri altíð optimistiskur, men tað er avmarkað optimisma. Eg vóni so inniliga, at ein semja kemur um vikuskiftið, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður við Dag og viku.

Partarnir hittust aftur til seming seinnapartin í gjár, og sótu til klokkan eitt í nátt. Klokkan 10 fyrrapartin hittust partarnir aftur, og hava sitið síðan.

Verkfallið hevur vart í næstan fýra vikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder