Innanlands

Semingsmaðurin framvegis vónir um loysn

Tað eru smáar flytingar, men so leingi sum flytingar eru, er vón um eina loysn uppá ósemjuna

Semingsroyndin varð tikin upp aftur í gjár. Her sita fakfeløgini og umrøða støðuna og samráðingarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Semingsroyndin varð tikin upp aftur í gjár. Her sita fakfeløgini og umrøða støðuna og samráðingarnar (Mynd: Sverri Egholm)

2024-06-07 12:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru truplar samráðingar á Hotel Føroyum millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar á privata arbeiðsmarknaðinum.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við útvarpið at tað gongur spakuliga og partarnir flyta seg øgiliga spakuliga.

- Men so leingi sum tað eru smáar flytingar, er vón fyri at finna eina loysn, sigur Terje Sigurðsson.

- Partarnir kenna ta stóru ábyrgdina at finna eina loysn á hesum, og tað vildi verið óheppið at farið higani uttan eina loysn og nýggjan sáttmála, segði semingsmaðurin.

Semingsroyndin varð tikin uppaftur klokkan 15 í gjár, og hildið varð á til klokkan 1 í nátt. Partarnir hittust aftur klokkan 10 í morgun.

Væntandi halda samráðingarnar fram alt vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder