![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í morgun fóru sjúkrarøktarfrøðingarnir á G4 á Landssjúkrahúsinum, operatiónssjúkrarøktarfrøðingarnir á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum, sjúkrarøktarfrøðingarnir á songjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahús, og operatiónssjúkrarøktarfrøðingarnir á skurðgongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í verkfall.
Les eisini: 50 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall
Tað varð lýst sum avleiðing av, at felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki metti seg hava fingið ein nóg góðan sáttmála bjóðaðan frá Fíggjarmálaráðnum.
Ein semingsroynd varð gjørd fyrr í mánaðnum, og næstseinasta mikudag, 7. oktober, løgdu semingsmenninir eitt uppskot fram fyri partarnar. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum góðtók uppskotið, meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir varakaðu semingsuppskotið.
Semingsmenninir hava ikki hoyrt nakað, eftir at sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall í morgun. Hetta upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður fyri Kringvarpinum.
- Vit eru til reiðar at tosa við partarnar, men higartil hava vit einki frætt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald