
Semingsstovnurin legði í dag hugskot til eitt semingsuppskot fram fyri sjúkrarøktarfrøðingunum og lønardeildini, men tað hevur eydnast at fingið partarnar at tikið undir við tí.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við útvarpið, at teir ikki fáa gjørt meira fyribils. Samraðingarnar standa á botni.
- Fyri at fáa eina semju, skal tað ein reellur vilji ikki bara at seta seg við samráðingarborðið, men eisini at vilja flyta seg. So leingi tað ikki er nøkur flyting fáa vit ikki brúkt tað til nakað, sigur Terje Sigurðsson.
Tað er umleið ein vika síðani fyrstu sjúkrarøktarfrøðingarnar á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi fóru í verkfall. Síðani er verkfallið hert tvær ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald