Innanlands

Semingsuppskotið vann ikki frama

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava vrakað uppskotið hjá semingsmonnunum

(Tilvildarlig savnsmynd: Klara Johannessen)

(Tilvildarlig savnsmynd: Klara Johannessen)

2020-10-07 18:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað stendur nú í botni í samráðingunum um nýggjan sáttmála millum lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar.

Eftir samráðingar í fleiri dagar, løgdu semingsmenninir, Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen pørtunum semingsuppskot um ein heilt nýggjan sáttmála.

Men seinnapartin boðaði sjúkrarøktarfrøðingafelagið frá, at tey ikki kunnu taka undir við uppskotinum. Lønardeildin hevur upplýst, sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu bjóðað eina lønarhækking, svarandi til tað, sum aðrir starvsbólkar á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið.

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum undir við semingsuppskotinum.

Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini upplýsir fyri útvarpinum, at uppskotið gav sjúkrarøktarfrøðingunum eina lønarhækking á 2,56 prosent fyrsta árið, 2,05 prosent frá 1. januar 2021 og 1,25 prosent frá 1. oktober 2021.

Støðan er ógreið nú. Óluva í Gong hevur sagt við kringvarpið, at sjúkrarøktarfrøðingarnir nú viðgera støðuna áðrenn støða verður tikin til, hvussu víðari verður farið fram.

Sostatt eru ikki útlit til, at verkfall verður í bræði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder