Innanlands

Semja í ES um stóran hjálparpakka

Fíggjarmálaráðharrarnir í ES eru samdir um ein hjálparpakka, ið skal styrkja búskapin, eftir avbjóðingarnar við koronakreppuni

Formaðurin í Evru-bólkinum, Portugisiski fíggjarmálaráðharrin Mário Centeno (Mynd:  EPA)

Formaðurin í Evru-bólkinum, Portugisiski fíggjarmálaráðharrin Mário Centeno (Mynd: EPA)

2020-04-10 09:50 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fíggjarmálaráðharrarnir í ES blivu hóskvøldið samdir um ein hjálparpakka eftir drúgvar samráðingar.

Les eisni: IMF: Koronavirusið kann føra til størstu fíggjarligu niðurgongdina í útvið eina øld

Hjálparpakkin skal hjálpa evropeiska búskapinum, fyritøkum og arbeiðsplássum, ið eru komin illa fyri í koronakreppuni. Hetta upplýsti danska fíggjarmálaráðið hóskvøldið.

“Evropa hevur í dag víst seg frá síni bestu síðu” sígur danski fíggjarmálaráðharrin, Nicolai Wammen.  

Høvuðslutirnir í hjálparpakkanum eru:

  • Ein nýggjur ábyrgdargrunnur í Evropeiska íløgubankanum, ið skal stuðla fígging til fyrst og fremst smáar og miðalstórar fyritøkur fyri umleið 1500 milliardir krónur.
  • Eitt nýtt ES-tól til at stuðla lønarendurgjaldsskipanum  og ávísum heilsuligum tiltøkum í limalondinum við upp til 750 milliardum krónum.
  • Ein nýggjur endurreisingargrunnur, sum skal stuðla endurreisingini av evropeiska búskapinum við stuðli til ES-fíggjarætlanarskipanir.
  • Atgongd til lán frá lánigrunninum hjá evru-londinum(ESM) fyri tilsamans tvey prosent av BTÚinum hjá evru-londunum(umleið 1800 milliardir krónur) við ávísum treytum.   

Formaðurin í Evru-bólkinum, ið umfatar ráðharrarnar sum hava fingið avtaluna í lag, portugisiski fíggjarmálaráðharrin Mário Centeno, sigur at hjálparpakkin skal verða klárur innan tvær vikur.

Keldur: DR og TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder