Tey hava langar dagar á Arbeiðsloysisskipanini í hesum døgum. Umsóknirnar sum eru komnar inn um lønarískoyti til tey sum eru koyrd til hús orsaka av korona, skulu málsviðgerast.
Talið er nú komið upp á 1.155, sum týsdagin fara at fáa løn úr ALS týsdagin.
Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at 1.700 mál vóru journaliseraði, men bíðaðu eftir at vera viðgjørd. Tá tey vóru viðgjørd, burdi tað komið upp á eini 2.500 fólk, metti hann.
Umframt hetta, liggja millum 250 og 300 teldupostar í postkassanum hjá teimum, og tá alt er komið inn, væntar Magni á Deild Olsen, at talið liggur á eini 3500 fólkum.
ALS rindar út týsdagin, og tey sum ikki eru skrásett áðrenn tað, fáa løn seinni í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald