Uttanlands

Sendi rørbumbur politisk mótstøðufólk – kann rokna við lívstíð handan rimarnar

Svorin Trump-viðhaldsmaður kann rokna við dómi í heyst

2019-03-22 09:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava sent nakrar pakkar við rørbumbum til mótstøðufólk hjá Donald Trump, forseta, hevur játtað seg sekan. Tað boðaði skuldsetti 57 ára gamli Sesar Sayoc frá fyri einum dómara í New York í gjár.

Sayoc viðgongur at hann hevur sent 16 pakkar við plastrørum við spreingevni til týðandi limir í demokratiska flokkinum og til onnur Trump-mótstøðufólk.

Pakkarnir vórðu sendir í oktober í fjør, stutt undan miðskeiðisvalunum. Pakkarnir vórðu tó allir fangaðir av myndugleikunum innan teir komu fram til ætlaðu móttakararnar. Ongin av pakkunum brast, skrivar Ritzau.

Millum ætlaðu móttakararnar av pakkunum vóru Barack Obama, fyrrverandiforseti, Hillary Clinton, fyrrverandi forsetafrúa og uttanríkisráðharri, senatorarnir Cory Booker og Kamala Harris, sjónleikarin Robert De Niro og sjónvarpsstøðin CNN.

- Eg veit, at gerðirnar vóru skeivar, og eg eri keddur um tað, eg havi gjørt, segði hanní rættinum.

Hann segði, at hann ikki hevði ætlanir um at skaða persónarnar, hann sendi pakkarnar til. Men viðgekk eisini, at hann var greiður yvir vandan fyri at pakkarnir kundu spreingjast.

Maðurin varð handtikin síðsta heyst eftir eina umfatandi mannajagstran, sum tók fýra dagar.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sayoc er í samband við løgreglumyndugleikarnar. Hann er handtikin fleiri ferðir fyrr. Eitt nú fyri harðskap heima, fyri stuldur og fyri at hótta við at senda eina bumbu til eitt el-felag í sambandi við ósemju um eina rokning.

Dómur fellur ikki í málinum fyrr enn í september – Sayoc kann rokna við at senda handan rimarnar fyri lívstíð

Les eisini: Fleiri amerikanskir politikarar fingið rørbumbu við postinum ( https://dagur.fo/fleiri-amerikanskir-politikara-fingid-rorbumbu-vid-postinum  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder