Innanlands

Sera langt millum partarnar

Arbeiðstakararnir siga at tað vóru nakrar fáar krónur um tíman, tey bóðu um. Arbeiðsgevararnir siga, at krøvini eru nógv størri enn vinnan tolir

Forfólkini í teimum fýra arbeiðarafeløgunum, sum eru í verkfalli. Frá vinstru Georg F. Hansen, Føroya Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag, Jastrid Niclasen, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Absalon Hanssen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Forfólkini í teimum fýra arbeiðarafeløgunum, sum eru í verkfalli. Frá vinstru Georg F. Hansen, Føroya Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag, Jastrid Niclasen, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Absalon Hanssen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

2024-05-14 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er sera langt millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tað kom væl og virðiliga fram í útvarpssending fyrrapartin, har Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá arbeiðarafeløgunum, vóru gestir í útvarpssendingini Breddanum.

Tey bæði kundu ikki koma so frægt, sum at semjast um, hvat semingsuppskotið snúði seg um.

Hetta helst tí, at arbeiðsgevarin royndi at lýsa lønarkrøvini í prosentum, meðan arbeiðstakarin ikki vildi fyrihalda seg til prosentir, men einans um krónur og oyru.

Sambært Sonju Jógvansdóttir hevði kravið hjá arbeiðarafeløgunum verið “nakrar fáar krónur” upp á tímalønina, og hon segði seg ikki kunna skilja, at arbeiðsgevararnir ikki kundu ganga hesum kravi á møti, tá feløgini hava verið ógvuliga rímilig í teimum undanfarnu samráðingunum, og tey tímaløntu nú veruliga hava brúk fyri einum lønarlyfti eftir stóru inflasjónina, sum vit hava upplivað.

Niels Winther geriddi frá, at arbeiðsgevarafeløgini vrakaðu semingsuppskotið, tí at tað lá “langt omanfyri tað”, sum føroysku vinnufyritøkurnar megnaðu at rinda.

Tá Sonja Jógvansdóttir royndi at argumentera við teimum ovurstóru yvirskotunum og vinningsbýtinum, sum føroyskar vinnurfyritøkur eru komnar við í seinastuni, so grundgav Niels Winther við, at tað ikki bert eru tær stóru og sterku fyritøkurnar, sum hava tímalønt í starvi.

Tað eru fleiri fyritøkur, sum koma í vanda fyri at skula snara lykilin um, um arbeiðsgevararnir høvdu tinkið undir við semingsuppskotinum, vísti Niels Winther á, og nevndi í hesum sambandi flakavirkini sum dømi um fyritøkur, ið sigla í sera tungum sjógvi fyri tíðina.

Breddin kann hoyrast her

Sambært orðsskiftinum millum Sonju Jógvansdóttir og Niels Winther, so er onki sum týðir upp á, at partarnir fara at sessast aftur við samráðingarborðið fyribils. Til tess er og nógv, sum skilir partarnar.

Men fyrr ella seinni verða tey noydd til tað, spurningurin er bara hvussu langa tíð tað fer at taka.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder