Føstulávintshaldið í Sumba er so serstakt, at henda siðvenjan nú er komin á skránna Livandi Mentan, sum Tjóðsavnið umsitur.
Henda skráin er liður í arbeiðinum við Unesco sáttmálanum um verju av serligum siðaarvi. Skráin er ein fagnaður av fjølbroytta siðaarvinum í Føroyum, og verður ment við tí fyri eyga at verja, skráseta, miðla og granska í siðaarvinum.
Tað stendur øllum felagsskapum, bólkum og einstaklingum í boði at senda uppskot inn um siðaarv, ið átti at komi við í skránna.
Sí grein hjá Tjóðsavninum um Føstulávintshald í Sumba
(Yvirskrivt rættað kl. 15.47. Føstulávintshaldið er ikki partur av altjóða Unesco-listanum yvir serligan siðaarv - einans á føroyska listanum, sum Tjóðsavnið arbeiðir við, kallaður Livandi Mentan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald